info
Ongi úrslit

Ringasta kappingarárið hjá Kiel-venjaranum síðani 2019

THW Kiel hevur ongantíð mist fleiri stig í bundesliguni við Filip Jicha sum høvuðsvenjara, sum hetta kappingarárið

Heri Simonsen
29. mars 2024 kl. 15:45

Hetta hevur verið eitt "Jekyll og Hyde" kappingarár hjá liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel.

Í Champions League eydnaðist tað at vinna innleiðandi bólk A, og harvið beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar.

Í bundesliguni hevur søgan tó verið ein onnur.

Síðani 2019 hevur kekkiski, Filip Jicha verið høvuðsvenjari hjá Kiel, og tey undanfarnu kappingarárini í bundesliguni hevur Kiel ongantíð mist meir enn átta stig. Hetta skrivar danska heimasíðan, Europamester. 

Í hesum kappingarárinum hevur Kiel longu mist 14 stig, og liðið úr Norðurtýsklandi er nummar fimm í bundesliguni við 34 stigum, 11 stig aftanfyri liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum hevur 45 stig, og er oddalið í bundesliguni.

Kiel hevur tó leikt tveir dystir færri, og teir kunnu tí stytta munin niður í sjey stig, men tað sær einki út hjá Kiel at røkka Champions League gjøgnum eina endastøðu í bundesliguni. Kiel má enda á einum fyrsta ella øðrum plássi um tað skal eydnast. 

Besta vónin hjá Kiel er at fara eftir sigrinum í Champions League.

Stendur Kiel við ongum aftaná lokið kappingarár verður stórt trýst á Filip Jicha. 

Páskadag klokkan 17 spælir Kiel dyst í bundesliguni móti Lemgo á útivølli. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

4 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

5 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

5 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

5 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

5 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

6 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

7 tímar síðan