StÍF hevur lagt seg á odda 1-0 í FM hálvfinaluuppgerðini móti Neistanum í SMS-deildini.
Í 1. FM hálvfinaluni, ið var leikt í høllini á Skála í kvøld vann StÍF 27-24 á Neistanum. Í steðginum var StÍF á odda 16-14.
Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var støðan javnleikur 24-24, men tá megnaði StÍF at skjóta trý mál uttan nakað aftursvar frá Neistanum, og so var sigurin í hús.
2. FM hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 15. Vinnur Neistin tann dystin verður 3. og avgerandi FM hálvfinalan í høllini á Hálsi komandi týskvøld klokkan 19.30.
Vinnur StÍF dystin leygardagin vera tær klárar at spæla FM-finalur.
Natasja Hammer var toppskjútti í kvøld hjá StÍF við sjey málum. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.
Klokkan 20 byrjar 1. FM hálvfinalan millum VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM hálvfinaluni millum StÍF og Neistan:
##med2##