Tjóðsavnið: At ganga grýlu

Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýlu hús úr húsi og fáa bomm í posan.

Gekkaskortur úr træi. Jógvan Johannesen, vanliga nevndur Jógvan á Sýnini, úr Oyndarfirði evnaði hann í 1931. Tjóðsavnið fekk skortin í 1992. Ongin vitan er um hann. Savnið frættir fegið, um nakar kennist við hann ella líknandi skortar og nýtslu teirra. 

Tað, at børn ganga grýlu, er ein lutfalsliga nýggjur siður í Føroyum. Í eldri keldum kann mann lesa um eina grýlu, sum kom oman úr fjøllunum. Grýlan var ein vaksin, ofta fátækur, persónur, sum nú hevði møguleikan at fáa okkurt gott í posan. Grýlan var sera óhugnalig. Hon brølaði, ýldi og veipaði við ørmunum. Tá hon kom inn í húsini, gekk tað ikki stillisliga fyri seg, og hon fór ikki út aftur, fyrr enn hon hevði fingið kjøt í posan. Dagin eftir føstulávintstýsdag byrjaði føstan. Nú skuldi verðsliga sinnið leggjast frá sær, sál og likam skuldu reinsast, og mann mátti ikki eta kjøt í føstuni. 

Um børnini ikki skikkaðu sær væl í føstuni, kom grýlan eftir teimum, sum sungið verður í skjaldrinum:  

“Oman kemur grýla frá gørðum

 við fjøruti hølum, 

 við bjálg á baki, 

 skølm í hendi, 

 kemur at kryvja búkin úr børnunum, 

 ið gráta eftir kjøti í føstu.”