Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, Haraldur Símunarson Hammer, sum eigur og rekur Urtagarðstænastuna og Rógvi Nybo, sum er formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu.

Urtagarðstænastan vann fyrsta byggistig

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Urtagarðstænastuna um at gera arbeiðið í sambandi við fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík.

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, Haraldur Símunarson Hammer, sum eigur og rekur Urtagarðstænastuna og Rógvi Nybo, sum er formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu.

Tað var tíðliga í hesum árinum, at Sunda kommuna setti gongd á arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, sum er vorðin ov lítil.

 

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum. Fyrsta byggistig varð boðið út í mai mánaði. Tveir arbeiðstakarar bjóðaðu upp á arbeiðið, og Urtagarðstænastan vann lisitatiónina.

 

Fyrsta byggistig fevnir um stíviga 50 gravir, gøtu niðan fyri kirkjuna, gøtu framvið ánni og umlegging av kloakkleiðing.

 

- Vit hava í samráð við Urtagarðstænastuna og ráðgevarar gjørt semju um at deila fyrsta byggistig upp í trý økir, siga tey í Sunda kommunu.

 

Semjan byggir á, at øki 1 skal gerast liðugt í ár, og øki 2 og 3 bíða til 2023.

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, Haraldur Símunarson Hammer, sum eigur og rekur Urtagarðstænastuna og Rógvi Nybo, sum er formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu.