info
Ongi úrslit

Byggja land í Vágsbotni í Havn

Í hesum døgum verður víðkað um bryggjuna í Vágsbotni í Havn.

Eirikur Lindenskov
19 tímar síðan

Endamálið er at byggja eina træbrúgv uttan fyri sølutorgið í Vágsbotni, so at fólk kunnu keypa vestan fyri sølutorgið, so tey ikki hava ampa av ferðsluni, sum er hinumegin.

Tað hevur leingi verið ein trupulleiki hjá teimum, sum selja, at tað ikki ber til at koma til við bili. Men nú er so ætlanin at venda torginum vestureftir, og at fólk skulu kunna parkera fram við bryggjukantinum, har tríggir básar við tíðaravmarking 15 minuttir verða gjørdir, so eldri fólk og illa gongd fólk fáa møguleikan at steðga á eina løtu og keypa sær eitt kók av onkru,m.

Seinastu dagarnar hava fólk frá Articon grivið evju upp av botninum og fylt upp við gróti. Hetta er fyri at gera støðið undir bryggjuni, áðrenn eitt betongfundament verður stoypt og ein træbrúgv løgd omaná. Hon verður 2,5 metrar breið og 35 metrar long.

##med2##

Ferðslan verður framyvir eisini avmarkað út á bryggjuna, sum hon hevur verið um summarið seinastu árini. Pullartarnir, sum hava verið har seinastu árini, koma ikki í nýtslu aftur. Men ein bummur verður settur upp, sigur borgarstjórin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði við in.fo mánadagin, at arbeiðið í øllum førum skal verða liðugt, áðrenn drotningin kemur hálvan juli.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

14 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona reyk úr steypakappingini aftaná brotskastskapping

3 minuttir síðan
Tíðindi

"Grøni" maðurin fer at gera fleiri gøtur

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Skuru hevur vunnið seg í hálvfinaluna í svensku steypakappingini

38 minuttir síðan
Tíðindi

Kann gera Føroyar til land við ongum útláti

58 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza skoraði framúr vakurt langskotsmál fyri Grimsby Town

1 tími síðan
Tíðindi

76 staðfest deyð í eldi og royki

1 tími síðan
Tíðindi

Fiskivinnufeløg krevja grønlendskar kvotur bodnar út av nýggjum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Poul Kallsberg skoraði sigursmálið hjá Hillerød

1 tími síðan
Tíðindi

Vesturevropa hevði heitasta summarið nakrantíð

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða 1.750 fermetrar í Saltangará út til bústaðarbygging

3 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen ætlar sær eitt valskeið afturat

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

4 tímar síðan