info
Ongi úrslit

Kvinnurnar stjórna eisini í Sørvági

Sørvágs kommuna fær nýggjan borgarstjóra. Fýra kvinnur sita tí í teimum fýra ovastu fólkavaldu sessunum í Vágunum.

info
Danjal av Rana
15. november 2016 kl. 11:16
Aimé Jacobsen verður nýggjur borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Tað veit Vágaportalurin at siga í dag. Aimé Jacobsen gjørdist toppskorari á lista A, sum eisini fekk meirilutan av umboðunum í kommunustýrinum. Tað skuldi tó ikki vísa seg at at vera so líkafram at skipa seg.  Keldur hjá in.fo siga, at ósemja stakk seg upp millum trý av umboðunum á Lista A og nýggja umboðið, Jóhan Fróa á Ørg. Jóhan Frói á Ørg, sum seinastu setu umboðaði lista B, stillaði hesa ferð upp fyri lista A og varð næstvaldur á listanum. Tá semja ikki kundi finnast á listanum, varð leitað uttan fyri, og tá eydnaðist tað Aimé Jacobsen at fáa stuðul frá Anne Sophie Nordendal, trið valdu á list B. Tey hava tí skipað seg við Aimé Jacobsen sum borgarstjóra meðan Anne Sophie Nordendal verður varaborgarstjóri. Tær vera fyrsti kvinnuligi borgarstjóri og varaborgarstjóri í Sørvágs kommunu, skrivar Vágaportalurin. Hetta merkir, at báðar kommunurnar í Vágunum hava kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra. Í meirilutanum sita so tær báðar saman við Marnu Kárvør Jacobsen og Jákup á Stongum. Í minnilutanum sita fráfarandi borgarstjórin Sune Jacobsen, Elsebeth Jóhanna Klode Davidsen og Jóhan Frói á Ørg.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

20 minuttir síðan
Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

54 minuttir síðan
Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

3 tímar síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

4 tímar síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

4 tímar síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

5 tímar síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

5 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

5 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

7 tímar síðan