Í kvøld spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel næstseinasta dystin í týsku bundesliguni hetta kappingarárið.
Dysturin var á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel móti SC DHfK Leipzig.
Leipzig var væl við í fyrra hálvleiki, og teir vóru á odda 16-15 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var Kiel greitt omaná, og heimaliðið vann at enda ein greiðan 37-28 sigur á Leipzig.
Elias skoraði sjey mál og legði upp til fýra mál, og var saman við Eric Johanson næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Toppskjútti hjá Kiel við heili 11 málum var Niclas Ekberg.
Kiel hevur við sigrinum tryggjað sær í minsta lagi fjórða plássi í bundesliguni. Kiel hevur 46 stig, og Melsungen á fimta plássinum hevur 41 stig. Melsungen kann í mesta lagi koma upp á 45 stig.
Í annaðkvøld klokkan 18 tekur liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt móti Gummersbach á heimavølli. Sama kvøld klokkan 19.30 tekur liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti Bergischer.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 kann Magdeburg við javnleiki ella sigri móti Rhein-Neckar Löwen á útivølli tryggja sær týska meistaraheitið.