Escape Room 1 er nú klárt at taka í nýtslu. Nummar 2 kemur seinni.
Talan er um eina skattaveiðu í Vágs bygd, sum FabLab í Vági hevur ment.
Navid O’Lari úr Belgia er eldhugaður FabLab fjeppari, og hann hevur starvast í 6 vikur í FabLab í Vági, og hann kemur fegin aftur, frættist frá FabLab í Vági. Henda ætlan er komin í lag við stuðuli frá Rersidence in te Artic. Samstarvað hevur verið við Miðlatún í Vági.
Skattaveiðan er skipað sum ein uppliving fyri vaksin og børn, 10 ár og eldri. 7 gátur skulu loysast.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommu, vagur.fo, er skattakort at finna. Krevst hjálp, kann ein venda sær til kunningarstovuna Miðlatún.
Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður sagt soleiðis:
Góðu ævintýrarar. Fylg Snæbjørni í hansara roynd at flýggja úr Suðuroynni. Tú kanst byrja tína ferð, har tú vilt, tá tú vilt – mánadag til leygardag, frá kl.20.00 (tú skalt verða liðugur áðrenn kl.21.30). Les vegleiðingina (sí QR-kotu) áðrenn tú byrjar spælið. Flestu støðini eru á høvuðsvegnum, Vágsvegi (sí reyðu, brotnu linjuna á kortinum). Góða eydnu!
Luttakarar: 1-6 / Aldur: 10+ (saman við vaksnum)
Byrja nær sum helst, hvar sum helst í bygdini – mánadag til leygardag millum kl. 09.00 og 20.00 (tykur mugu verða liðug áðrenn 21.30 og skattaveiðan tekur góðar 90 minuttir)
Og so kann ein taka skattakortið niður av netinum og fara á skattaveiðu – the great escape of Snæbjørn.
Leinkja til skattaveiðuna er her: https://vagur.fo/skattaveidan
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##