Klokkan 10 til 12 í morgin verður sendingin 10´arin beinleiðis á FM1.
Millum klokkan 10 og 11 verður Tróndur Arge gestur til eina Premier League upptakt í samband við, at bólturin fer á rull í heimsins best umtóktu fótbóltskapping.
Aftaná tíðindasendingina klokkan 11 vera Ingi Hansen, formaður hjá Skála Ítróttarfelagi og Jákup Mørk, formaður hjá B36 gestir.
Ingi og Jákup fara at leggja hugsjónirnar hjá Skála og B36 fram viðvíkjandi tí, at kappingarnevndin hjá FSF flytir dystir í samband við, at føroysk lið vinna seg víðari í evropeisku kappingunum. Og teir fara at kjakast hvørt tað er rætt at flyta dystir so brádliga. Lurtararnir eru hjartaliga vælkomnir at senda spurningar og viðmerkingar inn á nummar 559999.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo - og har verður sendingin eisini løgd út.