info
Ongi úrslit

Fótbóltsikonið Pelé

Pelé er millum søgunnar størstu fótbóltsspælarar og vann millum annað HM tríggjar ferðir við Brasilia.

Eirikur Lindenskov
29. desember 2022 kl. 20:59

Eftir longri sjúkralegu doyði brasilska fótbóltslegendan Pelé í dag 82 ára gamal.
Hann verður roknaður at vera ein av heimsins størstu spælarum.
Her er bláa bók um brasiliumannin:

* Navn: Edson Arantes do Nascimento eller Pelé.
* Føddur: 23. oktober 1940 í Tres Coracoes í Brasilia.
* Deyður: 29. desember 2022, 82 ára gamal.
* Posisjón: Áleypari.
* Spælt við hesum feløgum sum professionellur:
- Santos (Brasilia), 1956 til 1974.
- New York Cosmos (USA), 1975 til 1977.
* Byrjaði á brasilska landsliðnum í juli í 1957, tríggjar og ein hálvan mánað fyri 17 ára føðingardagin.
* Fram til 1971 spældi hann 92 landsdystir, har hann skoraði 77 mál.
* Sambært Guinnes Rekordbókini skorað Pelé í allari tíð síni frá 1956 til 1977 heili 1279 mál í 1363 dystum, men íroknað eru fleiri vinar- og undirhaldsdystir, og viðurkendir hagfrøðingar siga málini vera eitt sindur færri.
* Nøkur roysni:
– Heimsmeistari við Brasilia tríggjar ferðir (1958, 1962 og 1970).
– Brasilskur meistari við Santos seks ferðir (1961-1965 og 1968).
– Vunnið Copa Libertadores, suðuramerikanska svarið til Champions League, tvær ferðir við Santos (1962 og 1963).
– Vunnið Intercontinental Cup tvær ferðir við Santos (1962 og 1963).
/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

23 minuttir síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

39 minuttir síðan
Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

1 tími síðan
Tíðindi

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

1 tími síðan
Tíðindi

Fordøma russiskum vali í hersettum ukrainskum økjum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til AB

2 tímar síðan
Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

4 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

4 tímar síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

4 tímar síðan