Her eru tey 16 liðini sum skulu kappast í Champions League

Danmark fær tvey umboð í Champions League í hondbólti hjá monnum komandi kappingarár

Avgerðin er fallin um hvørji lið skulu manna Champions League í hondbólti hjá monnum komandi kappingarár.

 

Frammanundan var tað greitt, at níggju lið høvdu tryggjað sær pláss í kappingini. Tey eru: Aalborg Håndbold (Danmark), Barcelona (Spania), Paris Saint-Germain Handball (Frakland), SC Magdeburg, Füchse Berlin (bæði Týskland), Veszprém HC (Ungarn), Kolstad Håndball (Noreg), Orlen Wisla Plock (Póland), og Sporting CP (Portugal).

 

Hini sjey liðini, ið skulu vera við til at manna báðar innleiðandi bólkarnar, har átta lið vera í hvørjum bólki eru:

 

  • HC Zagreb (Kroatia)
  • HBC Nantes (Frakland)
  • OTP Bank-Pick Szeged (Ungarn)
  • HC Eurofarm Pelister (Norðurmakedonia)
  • Industria Kielce (Póland)
  • Dinamo Bucuresti (Rumenia)
  • Fredericia HK (Danmark), ið fekk eitt sonevnt Wild Card.

 

Í Danmark stórfegnast tey um, at danska ligan fer at hava tvey umboð í Champions League komandi kappingarár, og í Fredericia er tað risastórt, at tey hava fingið hendan gylta møguleikan at royna seg á hægsta støði. 

 

Hákun West av Teigum hjá Füchse Berlin verður einasti føroyingurin, ið fer at kappast í Champions League komandi kappingarár, um ikki okkurt óvæntað leikaraskiftið fer fram áðrenn tað tíð.

 

##med2##