info
Ongi úrslit

Liðið hjá Vilhelmi megnaði javnleik móti Aalborg

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn gjørdust fyrsta liðið hetta kappingarárið at taka stig frá Aalborg

Heri Simonsen
25. november 2023 kl. 16:50

Seinnapartin í dag tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn móti allari stjørnuparaduni hjá Aalborg í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Undan dagsins dysti høvdu Niklas Landin, Mikkel Hansen og liðfelagarnir í Aalborg fult stigatal, 26 stig fyri 13 dystir, meðan Lemvig-Thyborøn bert hevði seks stig.

Aalborg var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Lemvig-Thyborøn.

Men Vilhelm og liðfelagarnir megnaðu í dag eitt satt bragd við javnleiki 30-30 móti suverena oddaliðnum.

Lukkutíð bjargaði málverjin hjá Lemvig-Thyborøn, Emil Tellerup einum skoti frá Mads Hoxer tá seks sekund vóru eftir av dystinum, og so kundu teir hjá Lemvig-Thyborøn stórfegnast um javnleikin móti Aalborg.

Vilhelm skoraði fýra mál og legði upp til tvey mál.

Lemvig-Thyborøn er næstaftast í deildini, men nú við sjey stigum. Aalborg er við 27 stigum seks stig frammanfyri nummar tvey, Fredericia sum hevur 21 stig.

Komandi hóskvøld skulu Vilhelm og liðfelagarnir spæla dyst á útivølli móti júst Fredericia. Spennandi verður um teir hjá Lemvig-Thyborøn megna at fremja enn eitt bragd. 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Christa Pike er útskrivað

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað gekk akkurát hjá FC Suðuroy

25 minuttir síðan
Fótbóltur

Ari og liðfelagarnir flyta niður í næstbestu deildina

28 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er heilt tætt við at bjarga sær

45 minuttir síðan
Fótbóltur

Samudeen var stóri maðurin í Sarpugerði

1 tími síðan
Tíðindi

Tropiskt illveður kann raka Føroyar mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Lungnaambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi latið upp

1 tími síðan
Tíðindi

Seks ár uttan flogflutning: Hiddenfjord hevur spart 400.000 tons av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Ronaldo fyribils leikbannaður eftir at hann rýmdi úr landsliðsleguni

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar hava tapt fyri Litava og Estlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Umrøða gjald á tóm hús í Vestmanna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

4 tímar síðan