info
Ongi úrslit

Tað gekk skjótt fyri seg at bjarga manninum

Líkindini vóru ikki nakað serlig, men maðurin var væl fyri

Áki Bertholdsen
22. september 2022 kl. 09:14

Tað gekk bæði skjótt og væl at bjarga manninum, sum kom í Havsneyð útfyri Sandvík. Tað var beint eftir midnátt, at fólk sóðu neyðrakettir og neyðbluss útfyri Sandvíksfles og samstundis varð boðað frá, at ein seksæringur, sum skuldi koma úr Havnini, var ikki framkomin.

MRCC sendi beinanvegin boð eftir Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag og bjargingartyrluni. Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sigur, at bjargingin gekk bæði skjótt og væl. Hann sigur, at tey fingu boðini klokkan 00.20 í gjárkvøldið og fóru alt fyri eitt at leita. Tað gekk væl at finna neyðstadda mannin, sum tá var farin í gummibátin, tí báturin var sokkin undan honum.

Claus Olsen sigur, at líkindini vóru ikki av teimum bestu, men tað var væl siglandi kortini, tó at tað ikki bar til at sigla so skjótt.

Teir vóru fyrstur hjá bátinum og longu klokkan 00.50, ella ein hálvan tíma eftir at teir høvdu fingið boðini, var maðurin bjargaður umborð á Royndina, sum bjargingarbáturin hjá teimum eitur.

Teir bjargaðu eisini nøkrum fiskakassum, sum lógu og flutu í sjónum, og so varð siglt inn við manninum. Eyðvitað var hann vátur, men annars var hann væl fyri.

Hann sigur, at báturin, sum var ein frambygdur seksæringur, var staddur ein hálvan fjórðing úr Flesini. Hann sigur, at tað var heppið, at maðurin hevði gummibát, tí annars er ivasamt, hvussu úrslitið hevði verið.

Tað er óvist, hví báturin sakk, men mett verður, at hann hevur siglt á okkurt, sum hevur ligið í sjónum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus fekk ikki ein sigur við sær til landsliðssteðgin

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá AC Horsens

6 tímar síðan
Tíðindi

Nvidia-stjór­in hevði ástar­sam­band við mis­tonkt­aan njósnara

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Ungarn stórsigur á Kosovo í okkara bólki

8 tímar síðan
Tíðindi

Málaðu hvala­veiði­mót­mæli á Paul Watson-skipið

8 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð og 120 særd í tokvanlukku í Egyptalandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur enn ikki fingið stig á heimavølli

9 tímar síðan
Tíðindi

Ísland er opið fyri fleiri NATO-herfólkum

9 tímar síðan
Lesarabrøv

ADHD og autismuútgreiningar: Hvussu leingi skulu fólk bíða?

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis knógvaðu Føroyar eitt stig móti Montenegro

10 tímar síðan
Tíðindi

IAEA: Zaporizjzja hevur fingið streymin aftur

10 tímar síðan
Fótbóltur

Áki og Martin fingu spælitíð undan landsliðssteðginum

10 tímar síðan