info
Ongi úrslit

U18-menn vunnu eisini seinna dystin móti Noreg

Føroysku U18-menninir vunnu eisini seinna dystin móti Noregi. Úrslitið var 32-29, eftir 17-15 í hálvleikinum

Tróndur Arge
6. november 2021 kl. 20:34

Føroysku U18-menninir vunnu eisini seinna dystin móti Noregi. Úrslitið var 32-29, eftir 17-15 í hálvleikinum, skrivar Hondbóltssambandið. Føroyar staðfesti í kvøld, at teir í løtuni eru stinnari enn norsku U18-menninir. Við Óla Mittún á odda í føroyska álopinum og Ísak Vedelsbøl í verjupartinum, vóru Føroyar frammanfyri so at siga allan dystin við millum einum og fýra málum. Noreg bardi seg uppá javnt nakrar ferðir, men vóru teir ongantíð frammanfyri í dystinum.

Føroyar vann seg fram um beinanvegin í dystinum við nøkrum málum, men megnaðu aldrin rættiliga at rysta norðmenn av sær. Óli Mittún var ein støðug hóttan í álopinum, bæði við sínum sterka gjøgnumbrotsspælið, skotum og málgevandi avleveringum. Á vinstra vongi  var Sofus í Selvindi eyðsýndur og fekk fleiri góð mál í fyrra hálvleiki.

Í málinum hjá Føroyum var Aleksandar Lacok sera vælleikandi allan dystin og gjørdi tað trupult hjá norskum skjúttunum. Leivur Joensen stóð í 20 minuttir í føroyska málinum og hevði eisini fleiri bjargingar. Í verjupartinum stóð Ísak Vedelsbøl sum ein klettur og fekk hann eisini fleiri góð mál í álopinum. Føroyska liðið fekk skift væl út og fingu roynt breiddina á liðnum við stórum hepni.

Føroyar helt seg frammanfyri í seinna hálvleiki, men bleiv dysturin spennandi, tá 5 minuttir restaðu, tá Noreg vann seg uppá javnt. Føroyar megnaði tó at standa móti trýstinum og avgjørdu Óli Mittún og Aleksandar Lacok dystin seinastu løtuna.

Við hesum báðum dystunum móti Noreg, hava føroysku U18-menninir fingið tveir frálíkar venjingardystir í fyrireikingunum til EM í august 2022.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 14

Rókur Ziskason 5

Ísak Vedelsbøl 4

Sofus í Selvindi 4

Óla Jákup Gaard Olsen 3

Rói Hjaltalin Sejer 1

Tóki Fríðriksson 1

Dystargongin:

5 min. 3-2

10 min 6-3

15 min 8-5

20 min 10-7

25 min 14-11

30 min 17-15

35 min 19-16

40 min 22-18

45 min 23-20

50 min 26-24

55 min  27-25

60 min 32-29

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

10 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

13 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

17 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

45 minuttir síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

1 tími síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

2 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Leitisstein steðgar virkseminum – starvsfólkini send til hús

3 tímar síðan