Fyrsta viðgerð av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027 heldur fram í Løgtinginum í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Orðaskiftið byrjaði í gjár, mikudagin 7. oktober, og fundurin varð niðurlagdur klokkan 17.31. Í dag verður hildið fram við sama máli.
Á røðaralistanum til fundin í dag standa:
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sunnvá Dahl Høgfeldt, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Árni Skaale, Magni Højgaard, Ruth Vang, Sirið Stenberg, Aksel Vilhelmsson Johannesen, Liljan Weihe, Erhard Joensen, Bjarni Kárason Petersen, Súsanna Bertholdsen, Bárður á Lakjuni, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana, Eirikur í Jákupsstovu og Margit Stórá.
Fíggjarlógaruppskotið hevur málsnummarið LM-030/2026.
Tá fyrsta viðgerð er liðug, verður uppskotið sent víðari til Fíggjarnevndina, sum skal viðgera tað, áðrenn tað kemur aftur í Løgtingið til aðru viðgerð.
Myndatekstur: Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini fyri 2027 heldur fram í Løgtinginum í dag. Á røðaralistanum standa 17 tingfólk.