info
Ongi úrslit
© Mynd: Kristrún Frostadóttir
Kristrún Forstadóttir, forsætisráðfrú Íslands, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Beinir Johannesen, Føroya løgmaður

Kristrún skemtar: – Nú eri eg tann elsta í Útnorðri

Kristrún Frostadóttir var bara 36 ára gomul, tá hon gjørdist yngsta forsætisráðfrúa í íslendskari søgu. Nú skemtar hon við, at hon longu er vorðin tann elsta av teimum trimum stjórnarleiðarunum í Útnorðri.

Eirikur Lindenskov
8. oktober 2026 kl. 09:53

– Einaferð var eg vist yngsta forsætisráðfrúa í heiminum. Men nú eri eg vorðin aldursforseti millum stjórnarleiðararnar í Útnorðri, skrivar íslendska forsætisráðfrúan Kristrún Frostadóttir eftir fundin við Jens-Frederik Nielsen og Beinir Johannesen.

Og hon hevur í øllum førum rætt í tí, at hon er elst av teimum trimum.

Kristrún Frostadóttir er fødd 12. mai 1988 og er 38 ára gomul. Hon tók við sum forsætisráðfrúa í desember 2024 og gjørdist tá, 36 ára gomul, yngsta forsætisráðfrúa í søgu Íslands.

Grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen er føddur 22. juni 1991 og er 35 ára gamal. Hann hevur verið formaður í Naalakkersuisut síðan 2025.

Yngstur er føroyski løgmaðurin Beinir Johannesen. Hann er føddur 12. februar 1997 og er sostatt 29 ára gamal. Tá hann tók við sum løgmaður í apríl í ár, gjørdist hann yngsti løgmaður í føroyskari søgu.

Tað eru sostatt bara níggju ár millum tann elsta og tann yngsta av teimum trimum stjórnarleiðarunum.

Kristrún legði eisini dent á føroyska heitið á økinum í sínari dagføring.

– Ella „í Útnorðri“, sum føroyingar siga, skrivaði hon.

Hon nevndi fundin ein frálíkan dag saman við teimum báðum starvsfeløgunum úr Grønlandi og Føroyum og skrivaði, at tað altíð er stuttligt at fáa góðar vinir á vitjan.

Fundurin í Íslandi mikudagin var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrstu ferð, at stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hittust serliga í einum av londunum fyri at umrøða felags áhugamál. Á skránni vóru millum annað trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, búskapur, handil og samstarv millum tey trý londini.

Teir tríggir leiðararnir vitjaðu eisini trygdarøkið á Keflavíkarflugvølli og hittu altjóða íleggjarar, sum hava áhuga fyri møguleikum í Útnorðri og Arktis.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri dripin í russiskum álopum á Kramatorsk

11 minuttir síðan
Tíðindi

Karamellugøtan verður nú dagførd

1 tími síðan
Tíðindi

1. viðgerð av fíggjarlógini heldur fram í dag

1 tími síðan
Tíðindi

WWF: Stór afturgongd í stovnunum av villum dýrum

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan venur í Havn og á Sandi í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Fingu bót fyri at flúgva við dronu við Trælanípuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil síggja prógv­ini fyri at niður­leggja verk­ætlan­ar­deildina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja spældi seg víðari í steypakappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Maður av­rætt­að­ur eina viku eftir mis­eydnaða av­rætting

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Einasta norðurland uttan viðgerðartilboð fyri barnsburðartunglyndi?

6 tímar síðan
Tíðindi

Virginie Surdej filmar í Tangier

12 tímar síðan
Tíðindi

Garðafest á Gørðunum í Vági 17. oktober

13 tímar síðan