Hvørjar frágreiðingar, greiningar og metingar lógu til grund fyri avgerðini at niðurleggja verkætlanardeildina hjá Landsverki?
Tað vil Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá í einum skrivligum fyrispurningi, sum er dagfestur 7. oktober.
Hon setur landsstýrismanninum sjey spurningar um grundarlagið undir avgerðini, fyrimunirnar við nýggju skipanini og møguligar avleiðingar fyri uppgávur, starvsfólk og stórar verkætlanir.
Vil hava heildarmeting
Sirið Stenberg spyr millum annað, hvør ítøkiligi munurin er á verandi skipan og nýggju skipanini, og hvørjir fyrimunir verða mettir at standast av broytingini.
Hon vil eisini vita, um ein heildarmeting varð gjørd av verkætlanardeildini. Ein slík meting skal sambært spurninginum fevna um uppgávur og ábyrgdarøki hjá deildini, úrslitini, sum eru rokkin, og avleiðingarnar, sum bygnaðarbroytingin kann fáa.
Harumframt spyr hon, um aðrar loysnir enn ein full niðurlegging vórðu mettar. Hon nevnir nýggjar mannagongdir, styrkta stýring og onnur skipanarlig tiltøk.
Avleiðingar fyri starvsfólk og verkætlanir
Løgtingskvinnan vil hava upplýst, um skrivligar metingar eru gjørdar av avleiðingunum fyri uppgávuloysnina, starvsfólkini og aðrar skipanareindir á økinum.
Hon spyr eisini, um tað er skjalprógvað, hvørjir fyrimunir og hvørjar avleiðingar kunnu væntast av niðurleggingini og bygnaðarbroytingunum.
Seinasti spurningurin snýr seg um stórar verkætlanir:
– Kann bygnaðarbroytingin hava við sær, at stórar verkætlanir, so sum Kampusætlanin, verða seinkaðar?
Uppgávurnar skulu flytast ella umskipast
Í viðmerkingunum vísir Sirið Stenberg á, at verkætlanardeildin í nógv ár hevur verið tann miðsavnandi eindin hjá landinum innan bygging, fastognarstýring og tekniska umsiting.
Umframt fyrireiking, stýring og gjøgnumføring av byggi- og anleggsverkætlanum hevur deildin havt ábyrgd av viðlíkahaldi av landsins bygningum, fastognarumsiting, leigumálum og skráseting av bygningum.
Sambært fyrispurninginum hevur landsstýrismaðurin nú tikið avgerð um at niðurleggja deildina og flyta ella umskipa uppgávurnar.
Sirið Stenberg vísir á, at í almennu umrøðuni hevur verið sipað til einstøk mál og verkætlanir sum grundgeving fyri broytingunum.
Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa fram, hvørjar upplýsingar og metingar avgerðin byggir á, hvørjar avleiðingar verða væntaðar, og hvør dokumentatión er fyri niðurstøðunum.