Stór afturgongd hevur verið í stovnunum av villum dýrum seinastu hálvu øldina.
Tað vísir nýggja Living Planet-frágreiðingin hjá náttúruverndarfelagsskapinum WWF, sum varð almannakunngjørd hósdagin.
Sambært frágreiðingini er miðalstøddin á kannaðu stovnunum av villum ryggdýrum minkað 73 prosent frá 1970 til 2022. Talið lýsir gongdina í stovnunum og merkir ikki, at 73 prosent av øllum einstøkum dýrum í heiminum eru horvin.
Størsta afturgongdin er í Suður- og Miðamerika, Afrika og í Asia og Kyrrahavsøkinum.
Agnete Schønau Winther, umhvørvisfakligur stjóri í danska WWF Verdensnaturfonden, sigur gongdina vera sera álvarsama.
Hon vísir á, at afturgongdin er skjótast í teimum økjunum í heiminum, har flest ymisk dýrasløg liva. Harumframt kemur tann afturgongdin, sum var, áðrenn farið varð undir miðvísa skráseting av dýralívinum.
– Orsøkin er eingin ivi um: Tað eru vit menniskju, sigur hon í einum tíðindaskrivi.
Missurin av búøkjum størsta hóttanin
Frágreiðingin byggir á kanningar av 35.803 stovnum, býttum á 5.790 dýrasløg.
Størsta hóttanin er, at búøki hjá dýrunum hvørva ella verða verri. Aðrar hóttanir eru veðurlagsbroytingar, ovurnýtsla, dálking, innræsin sløg og sjúkur.
Millum dýrini, sum bert fá hundrað eru eftir av, eru etiopiski úlvurin, munkaselin í Miðjarðarhavinum og Java-nashyrningurin.
Men frágreiðingin vísir eisini, at gongdin ikki er tann sama hjá øllum. Umleið helvtin av kannaðu stovnunum er í afturgongd, meðan 43 prosent eru í framgongd.
Fleiri tikarar og fílar
Talið á villum tikarum er til dømis vaksið umleið 70 prosent frá 2010 til 2025. Í fjør vóru umleið 5.700 villir tikarar í heiminum.
Ein orsøk er arbeiðið at steðga ólógligum handli tvørtur um landamørk.
Í sunnara parti av Afrika eru stovnarnir av afrikanskum savannufílum eisini í framgongd. Har hevur lóggáva millum annað givið lokalsamfeløgum ein áhuga í at verja fílarnar.
Sambært Agnete Schønau Winther vísir hetta, at náttúran og villu dýrini kunnu koma fyri seg aftur, um menniskju gera miðvís verndarátøk.
– Tað gevur vón fyri mong av teimum sløgunum, sum eru í afturgongd, sigur hon.
WWF gevur Living Planet-frágreiðingina út annaðhvørt ár. Eisini í frágreiðingini frá oktober 2024 varð miðalafturgongdin í kannaðu stovnunum mett til 73 prosent síðan 1970.
Ritzau