Tríggir útlendingar vórðu tiknir fyri at flúgva við dronu ov nær flogvøllinum. Teir fóru við løgregluni til Havnar og rindaðu bótina beinanvegin.
Løgreglan varð á middegi boðsend til Trælanípuna, har trý útlendsk ferðafólk flugu við dronu.
Tey høvdu tríggjar dronur við sær. Sambært løgregluni skal frástøðan til flogvøllin vera í minsta lagi 5.000 metrar, og dronuflúgvingin var tí ólóglig.
Bótin var 3.500 krónur. Ferðafólkini fóru við løgregluni til Havnar og rindaðu beinanvegin.
Løgreglan vísir á, at væl er skeltað á leiðini út til Trælanípuna um, at dronuflúgving ikki er loyvd. Tí metir løgreglan, at tey vistu av banninum.
Ferðafólkini fingu tó loyvi at varðveita dronurnar.
Sambært løgregluni metir rætturin, at tað ikki stendur mát við brotið at taka dronurnar frá fólki í slíkum førum, tá endamálið er at taka náttúrumyndir. Støðan kann vera øðrvísi, um illgruni er um njósning.