Í minsta lagi 12 fólk eru dripin og 14 løstað í russiskum álopum á ukrainska býin, Kramatorsk, í nátt.
Tað upplýsir guvernørurin í Donetsk, Vadym Filashkin.
Sjálvur hevur hann lagt út á sosialar miðlar eina mynd av oyðiløgdum bussi, sum er raktur í álopunum.
- Russiskir drápsmenn skulu svara fyri hvørt mannalív, sum verður tikið, skrivar guvernørurin, sum vísir sína samkenslu yvirfyri teimum familjum, sum hava mist í russiska álopinum.
Samstundis eggjar hann øllum, sum framvegis eru í ukrainsku Donetsk-regiónini um at faa til onnur tryggari støð í Ukraina.
Álopið á býin Kramatorsk kemur longu dagin eftir, at í minsta lagi 24 sivilfólk lótu lív í russiskum álopum - og júst á føðingardegi Vladimir Putins.