info
Ongi úrslit

Fara nú aftur at koppseta fyri koronu

Mælt verður til, at nakrir samfelagsbólkar lata seg koppseta, men nú verður ikki longur mælt til at koppseta børn og ung

Áki Bertholdsen
17. september 2022 kl. 09:01

Nú fáa føroyingar aftur tilboð um at verða koppsettir fyri koronu. Heilsuverkið sigur, at seinastu metingarnar siga, at framyvir fer korona at verða ein smitta, sum er árstíðarbundin, akkurát sum influensa. Tað merkir, at tað er væntandi, at smittan kyknar upp aftur í heyst og í vetur. Tí verður nú aftur farið undir at koppseta fyri koronu, og tað verður tann fyrst oktobur, at farið verður at koppseta. Men heilsuverkið sigur, at tey fylgja væl við støðuni og sostatt kann tað verða neyðugt at broyta ætlanirnar.

Endamálið við koppsetingini nú í heyst er at byrgja fyri, at fólk verða illa sjúk og verða løgd inn á sjúkrahús - og at fólk, sum eru í serligum vandabólkum, fara at doyggja av koronu. Her verður serliga hugsað um tey eldru, og tey, sum tola serliga lítið av. ­

Endamálið við at bjóða nøkrum samfelagsbólkum, at verða koppsett eina ferð afturat, er at styrkja immunverjuna. Endamálið er ikki at byrgja fyri koronusmittu, og tí stendur tað ikki fólkum yngri enn 50 ár í løtuni í boði at verða koppsett í heyst.

– Á tann hátt royna vit at sleppa undan, at heilsuverkið verður ovbyrjað, og at tað aftur verður neyðugt at seta serligar avmarkingar í verk í samfelagnum, sigur Heilsuverkið. Vit kunnu vænta, at nógv verða smittað av koronu bæði í heyst og vetur. Tí ræður eisini um, at fólk eisini minnist til tey góðu fyribyrgjandi ráðini. Tey byrgja ikki bara fyri koronu, men eisini fyri heilt nógvum øðrum smittandi sjúkum, sigur Heilsuverkið. Nøkur táð eru, at tey, sum eru sjúk, halda seg heima og at gera gera nógv av at lufta út. Tað eru eisini eini góð ráð at tey halda frástøðu, eisini tá ið tey standa í bíðiraði og at tey ansa eftir tá ið tey hosta.

Sum heild eru fólk undir 50 ár ikki í serliga stórum vanda fyri at verða illa sjúk av koronu. Harumframt eru fólk undir 50 væl vard fyri at verða illa sjúk, tí rættiliga nógv av teimum eru longu koppset, og nógv hava eisini longu havt koronu. Tí er mótstøðuførið í tí partinum av fólkinum, gott, sigur Heilsuverkið.

Fyribils eru ætlanir um, at fólk, sum eru 50 ár, og eldri, fáa tilboð um at verða koppsett fyri koronu í heyst, og, sum sagt verður tað frá fyrsta oktobur. Tað skulu vera minst tríggir mánaðir síðani at fólk vórðu koppsett seinast.

Men framvegis verður koppseting eisini eitt tilboð til tey, sum eru undir 50 ár, men sum eru serliga veik. Her verður hugsað um fólk við nógv skerdari immunverju, og har læknin mælir teimum til at verða koppsett. Í Føroyum fylgja vit tilmælunum frá danska heilsustýrinum, sum mælir til, at hesir bólkar eigur at fáa tilboð um at verða koppsett í heyst fyri at styrkja mótstøðuførið.

Hóast farið verður at koppseta fyrsta oktober, er ætlanin at byrja eitt sindur fyrr á røktarheimum. Samstundis verður eisini farið at koppseta eldri fólk. Sostatt verður farið at koppseta hesar bólkarnar í hesum døgum.

Men tey, sum eru undir 50 ár, og sum enn ikki eru koppsett, hava framvegis møguleikan at verða koppsett, sigur heilsuverkið.

Danska Heilsustýrið mælir nevniliga framvegis til, at fólk, sum als ikki eru koppsett, verða koppsett sjálvt um tey eisini eru undir 50 ár, tí annars er ein ávísur vandi fyri at fólk verða illa sjúk.

Eldri fólk eru, størri er vandin fyri at verða illa sjúk av koronu. Tí eru tað helst fólk frá umleið 40 árum, sum fara at fáa størsta gagn av at verða koppsett. Men yngri fólk kunnu eisini fáa gagn av tí, serlig tey, sum eru í vandabólkum  av ovurfiti ella tí at tey hava eina varandi sjúku.

Sum heild eru tað fólk yvir 18 ár, sum verða koppsett. Tað er ógvuliga sjáldan, at børn og ung verða illa sjúk av omikron- variantinum koronu, sum er tann varianturin, sum gongur nú. Tí fáa børn og ung ímillum fimm og 17 ár ikki longur tilboð um at verða koppsett, uttan eftur eini ítøkiligari læknaligari meting.

Koppingarevnið, sum verður brúkt, er sama koppingarevnið frá Pfizer, sum vit hava brúkt higartil, og koppsetingin fer fram á apotekunum ella hjá kommunulæknanum. Í næstum fer heilsuverkið at kunna um nær fólk kunnu bílaeggja tíð til at verða koppsett, og hvussu tey skulu bera seg at.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

19 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

33 minuttir síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

1 tími síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

1 tími síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vøggusangur í Argja kirkju

2 tímar síðan
Tíðindi

Google fær milli­arda­bót fyri stað­setingar­dátur

2 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta atmos­fer­iska bumb­an í Norð­ur­atlants­ahavi í heyst

3 tímar síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

3 tímar síðan