info
Ongi úrslit

Korona: Tað gongur strilti at koppseta

 Tað gongur illa at fáa føroyingar at leggja armin til eina sproytu afturat

Áki Bertholdsen
24. oktober 2022 kl. 09:35

Nú veturin stundar til, hava heilsumyndugleikarnir tikið avgerð um at bjóða øllum yvir 50 ár at verða koppsett fyri koronu  einaferð afturat fyri at styrkja mótstøðuførið. Men tað hevur ikki hepnast serliga væl, tí tøl frá Heilsumálaráðnum vísa, at higartil hevur tað verið ógvuliga avmarkaður áhugi fyri at lata seg koppseta.

Umframt at endamálið er at at bjóða fólki yvir 50 at lata seg koppseta fyri fjórðu ferð fyri at styrkja mótstøðuførið nú veturin nærkast, er endamálið eisini at fáa tey, sum eru yvir 18 ár, og sum ikki longu eru koppsett tríggjar ferðir, um at lata seg koppseta.

Heilsumyndugleikarnir siga, at tað er væntandi, at korona verður ein sjúka, sum fer at ganga hvønn vetur, akkurát sum influensa og tí fáa øll yvir 18 ár nú tilboð um at verða koppsett. Endamálið við koppsetingini í heyst er ikki at basa koronu sum so, men endamálið er at byrgja fyri, at fólk verða illa sjúk, ella doyggja, av koronu.

Tá ið serligur dentur verður lagdur á at bjóða teimum yvir 50 ár, at verða koppsett, er, at korona rakar eldri fólk nógv harðari enn børn og yngri fólk. Tað eru eini 19.400 fólk yvir 50 ár og Heilsumálaráðið sigur, at endamálið er at 70 prosent av teimum skulu taka av tilboðnum um at lata seg koppseta. Tað merkir, at endamálið er, at eini 13.600 fólk, skulu lata seg koppseta.

Men nú tey hava koppsett í næstan ein mánað, kann staðfestast, at undirtøkan er ógvuliga lítil, tí higartil eru tað ikki meiri enn 1.589 fólk, sum eru koppsett fyri koronu í hesum umfari. Tað er ikki meiri enn stívliga átta prosent av teimum, sum eru yvir 50 ár, so tað er langt eftir á mál. Harafturat skal havast í huga, at nøkur av teimum, sum eru koppsett, eru fólk, sum eru undir 50 ár, so parturin av teimum, sum eru yvir 50, er upp aftur minni.

Á talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv fólk eru koppsett síðani koppsetingarnar vórðu tiknar upp aftur í farna mánað. Í talvuni sæst, hvussu nógv hava fingið sína fyrstu sproytu, umframt, hvussu nógv eru koppsett tvær ferðir, tríggjar ferðir og fýra ferðir.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

3 minuttir síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

33 minuttir síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

1 tími síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

1 tími síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

1 tími síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

2 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

4 tímar síðan
Tíðindi

6,3 milliónir amerikanarar kunnu missa matstuðulin

5 tímar síðan