info
Ongi úrslit

Pensjónsaldurin skal avgreiðast í næstu viku

Hósdagin hevur trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum fund um lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár skjótari enn annars var ætlað.

Eirikur Lindenskov
6. januar 2026 kl. 09:33

Málið er knýtt saman við málinum um Suðuroyartunnilin, men okkurt bendir nú á, at málið um at hækka pensjónsaldurin verður samtykt ein mánað áðrenn málið um Suðuroyartunnilin.
Tað er Framsókn, sum hevur kravt av samgognuni, at skal málið um Suðuroyartunnlin samtykkjast, so skal pensjónsaldurin hækkast. Neyðsemjan er nú, at samgongan ætlar at hækka pensjónsaldurin til 69 ár.
Í 2018 samtykti Løgtingið at hækka pensjónsaldurin upp í 67,5 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1. juli í 1957 og upp í 68 ár fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962. Síðani skuldi Løgtingið fimta hvørt ár taka støðu til pensjónsalurin um 10 ár, og hann kundi í mesta lagi hækka við einum hálvum árið fimta hvørt ár. Hetta var tó treytað av, at miðallivialdurin hækkaði eftir einum ávísum frymli. Gjørdi hann ikki tað, so skuldi pensjónsaldurin ikki hækka. Hetta hevði ført til, at pensjónsldurin kom upp á 70 ár í fyrsta lagi fyri fólk, sum eru fødd eftir 1982.
Men hetta vil landsstýrið nú broyta, soleiðis at pensjónsaldurin hækkar nógv skjótari upp í 69 ár – og tað er líka mikið, um livialdurin hækkar ella ikki – og avgerðin um at hækka pensjónsaldurin enn meira er útsett til næstu samgongu at taka støðu til.
Hetta verður gjørt fyri at fáa semju í samgonguni um Suðuroyartunnnilin.
Men sum støðan er beint nú, so kann tað henda, at pensjónsaldurin verður hækkaður í næstu viku – meðan støða ikki verður tikin til Suðuroyartunnlin fyrr enn í fysta lagi eftir 18. februar. Og har eru nógvir fótonglar. Ein er Miðflokkurin, sum ikki fer at hjálpa landsstýrinum við einum einasta uppskoti sum hevnd fyri, at lógin um fría fosturtøku varð samtykt. Ein annar er, at Sambandsflokkurin vil seta síni egnu fingramerki á málið – helst fyri at fáa politiskan vinning burtur úr tí. Í Tjóðveldi er í øllum førum ein um ikki tvær atkvøður ímóti tunnilsætlanini.
Tað liggur tí á Fólkaflokkinum um at taka undir við málinnum. Veljarakanningar eru sera blíðar við Fólkaflokkin – so hann hevur ikki fyri neyðini at gera sum Sambandsflokkurin og halda eitt slíkt mál sum gísla fyri at fáa politiskan vinning. 
Trivnaðarnevndin hevur fund hósdagin um pensjónsladurin. Hon hevur tá innkallað hesi á fund um málið:
Kl. 10.10: Landsfelag Pensjónista 
Kl. 10.30: Áhugabólkur Pensjonista 
Kl. 10.50: Næmingaráðið á Glasi 
Kl. 11.10: Fakfelagssamstarvið 
Kl. 11.30: Samtak 
Kl. 11.50: Heilsuhjálparafelag Føroya 
Kl. 13.00: Búskaparráðið 
Kl. 13.20: Føroya Arbeiðsgevarafelag 
Kl. 13.40: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum saman við Hagstovuni 
Kl. 14.00: Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum saman við Almannaverkinum
 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

49 minuttir síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

1 tími síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

3 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

4 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

12 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

13 tímar síðan