Sjey vilja stjórna landsins størstu kommunu
Tá freistin at søkja starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu í gjárkvøldið klokkan 23, vóru sjey umsóknir komnar til starvið
Av tí at Bjørgfríð Ludvig, sum hevur verið kommunustjóri í Tórshavnar kommunu síðani 2016, hevur sagt seg úr starvi, skal landsins størsta kommuna hava nýggjan kommunustjóra.
Kommunustjórin í Tórshavnar kommunu er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarligi leiðarin beint undir borgarstjóranum.
Hjá Tórshavnar kommunu starvast áleið 2.200 fólk svarandi til 1.500 ársverk. Kommunan er ein eindarfyrisiting og skipað í 4 fakfyrisitingar:
- Miðfyrisiting
- Teknisk fyrisiting
- Heilsu & Umsorganarfyrisiting
- Trivnaðarfyrisiting
Størstu kommunalu tænastuøkini eru dagstovna- og eldraøki við áleið 1.000 ársverkum tilsamans. Kommunan hevur 90 rakstrarstøð og fíggjarætlanin 2023 javnvigar við áleið 1,1 mia.kr.